Gianluca Vialli er deyður

Fyrrverandi leikandi venjarin hjá Chelsea, Gianluca Vialli, er deyður, 58 ára gamal, eftir at hava stríðst við krabbamein

Steinar Patursson
6. januar 2023 kl. 10:50

Fyrrverandi Chelsea framherjin og leikani venjarin, Gianluca Vialli, er deyður, 58 ára gamal.

Vialli fekk staðfest krabbamein í 2017, men segði í 2020 at krabbin var burtur.

Hann fekk kortini staðfest krabbamein aftur í 2021.

Í landsliðshøpi spældi hann 59 dystir fyri italska landsliðið, har hann spældi sín fyrsta dyst í 1985.

Vialli byrjaði sína lívsleið í italska felagnum Sampdoria í 1984, har hann vann Serie A og Cup Winners Cup.

Eftir átta ár í Sampdoria flutti hann til Juventus fyri 12 milliónir pund, ið tá var met. Vialli var fýra ár í Juventus, har hann vann Champions League, Uefa Cup og fleiri Serie A meistaraheiti.

Vialli flutti síðani til Chelsea í 1996, har hann síðani gjørdist leikandi venjari í 1998.

Vialli var fyrsti italski venjarin í Premier league, og hann megnaði eisini at vinna League Cup, Cup Winners Cup, Super Cup og FA Cup.

Eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið í 2000, varð Vialli koyrdur úr felagnum, og hann var síðani eitt stutt tíðarskeið venjari hjá Watford í næstbestu deildini.

Eftir at Vialli gavst sum venjari, hevur hann eitt tíðarskeið virkað sum viðmerkjari fyri Sky Sports, og seinastu árini hevur hann verið knýttur at italska landsliðnum.