Gjørdu ov nógv av tá ið tey feiraðu síðsta skúladag í Klaksvík

Men løgreglan sigur, at lagið var gott og tey høvdu einki ilt í huganum

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 08:48

Hetta er tíðin tá ið skúlarnir eru lidnir og tað tað plagdu næmingarnir at feira. Í gjár var síðsti skúladagur hjá 9. Og 10. flokki í Klaksvík, og tað skuldi eisini feirast.

Og tað gjørdu tey í alla nátt. Løgreglan sigur, at lagið var øgiliga gott og at feiringin var ógvuliga meinaleys.

Tey gjørdu ongum nakað, men tað var ein øgiligur larmur av teimum, og tað høvdu summi ampa av og rindgi til løgregluna. Tey vavdu eisini húkin inn í wc pappír, men tá kom løgreglan eftir teimum, so tað sluppu tey at skræða av aftur sjálvi.

Men so gjørdu tey eisini eitt, sum løgreglan staðiliga mælir frá, at nakar ger. Fleiri staðni í Klaksvík høvdu tey nevniliga spent band tvørtur um vegin.

Løgreglan sigur, at heldur ikki í hesum førum høvdu tey nakað ilt í huganum, tí tað var í spølni.

Løgreglan sigur, at talan var um band, sum ikki var so sterkt, tí koyrdi bilur á tað, slitnaði tað. Men hetta er ikki at spæla við hjá fólki á prutli ella motorsúkklu, tí síggja tey eitt band tvørtur um vegin, kunnu tey ikki vita, hvussu sterkt tað er. 

Tí er vandi fyri, at tey fáa ein alvorligan hvøkk og tað kann elva til sera vandamiklar støður, eisini lívshættisligar støður. 

Løgreglan sigur, at í nátt hava tey tískil brúkt fitt av tíð upp á koyra runt í Klaksvík at skera bond niður, sum vóru spent tvørtur um vegin. 

Tey siga eisini, at tey eru kortini sannførd um, at hetta var ikki nakrari ringari meining, so meiri verður ikki gjørt við hetta.