"Goblin mode" er ársins orð

Fyri fyrstu ferð hevur almenningurin atkvøtt um ársins orð hjá Oxford Dictionaries. Goblin mode var púra greiði vinnarin

Steinar Patursson
5. desember 2022 kl. 11:08

Oxford University Press, forlagið handan Oxford English Dictionary, boðar í dag frá, at ”goblin mode” er ársins orð í ár.

Goblin mode verður brúkt um tað at ikki fylgja sosialum konventiónum, men at gera sum einum lystir uttan atlit til ímynd – at leggja seg skerflatan fyri hedonistiskari trongd.

Upprunaliga var goblin mode slang fyri eina sex-støðu, men hugtakið fekk eina nýggja meining, eftir at ein yvirskrift í einum satiriskum tíðindamilði vísti á, at modellin og sjónleikarindan Julia Fox og Kanye West vóru ikki longur par, tí at Kanye West skoytti ikki um, at Julia Fox fór í ”goblin mode”.

”Goblin mode” fór síðani sum rótasúpan um sosialar miðlar fyrr í ár, og serliga á Twitter brúktu fólk høvi at greiða frá, hvat tey gjørdu, tá tey fóru í goblin mode.

Hetta er fyrstu ferð, at ársins orð sambært Oxford er valt av almenninginum.

Ein trímannað nevnd hjá Oxford English Dictionary kom við trimum uppskotum til ársins orð, sum almenningurin síðan slapp at atkvøða um.

Men tað var púra greitt, at goblin mode var nógv – nógv – tað best umtókta orðið, tí tá uppteljingin var liðug, hevði goblin mode fingið 318,956 atkvøðu, sum var 93 prosent.

Á øðrum plássi var ”metaverse”, sum fekk 14,484 atkvøður, og aftast var ”IStandWith”, sum fekk 8,639 atkvøður.

Ársins orð hjá Oxford í fjør var ”Vax”.