Golfkapping á Glyvursnesi leygardagin

Enn ber til at tekna seg til kappingina, sum er opin fyri øllum

Tórshavnar Golffelag
11. juni 2024 kl. 11:15

Leygardagin verður árliga Bygma-Open kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 4/15.

Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9.00. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 10.30. Bygma Balslev letur vinnarunum góðar vinningar.

Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar teknað seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.

Les nærri kunning um tilmelding á golf.fo.