Gongur fram á við Bethania í Gøtu

Við Gøtugjógv eru tey í gongd við at byggja eitt nýtt og tíðarhóskandi missiónshús, sum tey vóna verður ein nýggj byrjan fyri missiónsfólkið á staðnum

Høgni Jógvansson
19. november 2022 kl. 15:30

Andras Biskopstø er formaður í missiónsstýrinum. Hann greiðir frá, at talan er um eina drúgva verkætlan, sum nú spakuliga nærkast endanum: 

- Umleið ár 2000 var avgerð tískil tikin, um at flyta sunnudagsskúlavirksemið hjá Bethania niðan í kirkjukjallaran, sum stendur omanfyri vegin. Nakað seinni flutti restin av virkseminum hjá Bethania eisini niðan í kirkjukjallaran. 

Tað var eisini um hetta mundið, at undanarbeiðið við nýggja Bethania spakuliga fór í gongd: 

- Eftir at vit blivu samd um, hvørjar tekningar vit vildu brúka, fóru vit til verka. Vit fingu eina fyritøku at stoypa og leggja tak á. Síðan hava sjálvboðin fólk gjørt restina av arbeiðinum við hjálp frá serfrøðingum innan økið.  

Síðan arbeiðið byrjaði, hevur tað alla tíðina verið gongd á. Andras greiðir frá, at missiónshúsið skyldar ongar pengar, men tey byggja tað, sum tey hava pengar til.  Sum nú er, arbeiða tey í toymum týsdagar,  mikudagar og hósdagar aftan á vanliga arbeiðstíð, og so leingi, sum hugurin er til tað.  Andras Biskopstø sigur eisini, at síðan arbeiði byrjaði, hava tey kunnað samkomuna um, hvussu arbeiðið gongur, tá ið millum annað missiónsvika hevur verið á skránni. 

Nýggja Bethania er í tveimum hæddum. Uppi á, har felagssalurin er, er í øllum førum pláss fyri 110 fólkum. Í kjallarahæddini er ein matarsalur við góðum útsýni út á Gøtuvík. 

Bethania hevur nógv virksemi ígjøgnum alla vikuna. Sunnudagar eru sunnudagsskúli og sunnukvøldsmøti, og hósdagar eru hóskvøldsmøti. Til ungdómsmøtini eru tey farin at samstarva við leirvíkingar, har tey skiftast um at skipa fyri aðru hvørja ferð at hava ungdómsmøtini í Leirvík og við Gøtugjógv.