Gravgangur í Føroyum eftir at sleppa til Berlin at hyggja at hondbólti

Atlantsflog fer at flúgva fleiri túrar til Berlin í sambandi við endaspæli í EM, sum er søguligt, tí Føroyar eru við í kappingini

Áki Bertholdsen
25. mai 2023 kl. 10:30

Sum áður fráboðað, fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til Berlin í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal kappast í EM-endaspælinum í januar.

Fyri stuttum varð boðað frá, at Atlantic Airways fer at senda trý flogfør til Berlin. 

Men Atlantsflog sigur, at tað er so stórur áhugi ímillum føroyingar at fara til Berlin at hyggja at hondbólti, at nú verða tríggir túrar gjørdir afturat, so at tað tilsamans verða seks flogfør, sum fara til Berlin.

– Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, í tíðindaskrivi.

– Tað merkir, at vit fara at hava sløk 900 ferðaseðlar til taks á seks ymiskum fráferðum í døgunum uppundir dystirnar hjá Føroyum, og tá ferðaseðlarnir eru settir til sølu í komandi viku, eftirmeta vit sjálvandi eftirspurningin so hvørt. 

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar 2024, tá føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðani verður flogið tríggjar ferðir 10. januar og tvær ferðir 11. januar. Tann 11. januar verður flogið soleiðis, at tey, ið fara avstað hendan dagin, sjálvandi eisini lukkast til dystin móti Slovenia sama kvøld kl. 18.00.  

Heimferðirnar til Føroya verða 16. januar 2024. 

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar týsdagin.