Grein um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti

Úrslit frá ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson um føðslutrot hjá skurðsjúklingum er almannakunngjørd í grein í tíðarritinum Nutriens

Poula Patursson og starvsfólk á G4
Sigurjón Einarsson
29. juni 2022 kl. 12:00

Tíðarritið "Nutiens" hevur tikið úrslit frá ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson "um føðslutrot hjá skurðsjúklingum" við í grein í tíðarritinum.

Í greinini verður kanning um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti lýst, har úrslitini Poulu Patursson verða løgd fram.

Kanningin gekk fyri seg á G4/A3 á Landssjúkrahúsinum, har 45 sjúklingar, í aldrinum 37-74 ár, luttóku í kanningini, sum vardi í átta vikur.

Sjúklingarnir vórðu býttir í tríggjar bólkar: Ein bólkur fekk proteindrykkir og kostráð, ein bólkur fekk proteindrykkir og venjing, meðan triði bólkurin, sum var kontrolbólkurin, fekk vanliga viðgerð á deildini. Sjúklingarnir vandu hjá Bjartur Bernhardson Thomsen í fysioterapiini.

Úrslitini benda á onkrar ágóðar frá venjing og kosti hjá skurðsjúklingum við føðslutroti, eitt nú í mun til pínu. Tó vísa úrslitini ikki á nakran týðandi mun í støðuni hjá ymsu bólkunum í kanningini.

Greinin kallast "Effects of Postdischarge High-Protein Oral Nutritional Supplements and Resistance Training in Malnourished Surgical Patients: A Pilot Randomized Controlled Trial" og kann frítt lesast her.

Høvundarnir á greinini eru: Poula Patursson, Grith Møller, Bjartur Bernhardson Thomsen, Eyðfinnur Olsen, Jann Mortensen, Guðrið Andorsdóttir, Magni Mohr og Jens Rikardt Andersen.

Kanningin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson, sum kallast "Malnutrition in surgical patients in the Faroe Islands: Screening and post-discharge nutrition and resistance training".

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.

Kelda: gransking.fo

Leys Størv