Grikski staturin rindar ikki fyri jarðarferðina hjá Konstantin kongi

Nógv kongalig úr øllum Evropa vera til staðar til jarðarferðina hjá Konstantin II í dag, fyrrverandi kongi í Grikkalandi. Talan verður um eina privata jarðarferð

Sigurjón Einarsson
16. januar 2023 kl. 09:52

Týsdagin í síðstu viku doyði Konstantin II, ið var seinasti kongur í Grikkalandi, 82 ára gamal. Hann fer til gravar í dag.

Til jarðarferðina koma kongalig úr øllum Evropa. Millum annað luttekur Margretha drotning, ið er systir Anna Mariu, einkja eftir Konstantin. Úr Noregi luttaka Håkon, krúnprinsur, og kona hansara Mette-Marit, og úr Bretlandi luttekur Anna, dóttir drotning Elizabeth.

Eisini eru umboð frá svensku kongafamiljuni, niðurlendsku kongafamiljuni og frá fyrstadøminum í Monaco.

Grikska stjórnin hevur gjørt av, at staturin fer ikki at gjalda fyri jarðarferðina hjá fyrrverandi konginum í Grikkalandi, sum í 1967 varð koyrdur frá, eftir at eitt hernaðarkvett fór fram. Árini fram til 1974 bleiv landið stýrt av hernaðarjunta, sum avtók kongsveldið í 1974.

Konstantin II og familjan búðu í útlegd í London næstan øll árini, inntil fyri tíggju árum síðan, tá kongafamiljan fekk loyvi at venda aftur til heimlandið.