Gullið fór inn á Toftir

Bónuskappingini gentur U16B: KÍF-Ternan 0-2 (24-26, 23-25)

Flogbóltssamband Føroya
24. februar 2024 kl. 15:18

U16 genturnar hjá Ternuni vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini í B bólkinum

Finalan í Bónuskappingini fyri gentur 16 í B bólkinum er leikt, og vinnarin varð yngsta felagið í føroyskum flogbólti Ternan, sum vann ímóti KÍF. 

Talan gjørdist um spennandi dyst, har Ternan fyri tað mesta var frammanfyri og at enda eisini var við yvirlutan og vann.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Jonna á Regni Højgaard.