

Gunnar spælir kortini
Fer til Íslands aftur í dag
Árni Gregersen
15. september 2023 kl. 12:02
Tað var vandi fyri, at Gunnar Vatnhamar ikki fór at vera á liðnum hjá Víkingi,, tá ið steypafinalan í Íslandi verður spæld klokkan 17 í morgcin.
Hann stendur til at gerast pápi, men helst verður tað ikki um vikuskiftið, so hann er við á liðnum, sum í morgin spælir finalu móti KA.
Eini 12 føroyingar eru farnir til Íslands at hyggja at finaluni. Umframt at Gunnar Vatnhamar spælir á Víkinga-liðnum, so eru Pætur Petersen og Jóan Símun Edmundson við hjá KR.
Íslendska steypafinalan verður spæld í morgin klokkan117.