Gunnvá er aftur í HB málinum

Gunnvá Lützen hevur verið uttanlands síðani á sumri í 2021

Jóannes Hansen
28. november 2023 kl. 21:42

HB boðar frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við nýggjan málverja á kvinnuliðnum. Tað er tó ikki heilt rætt, at málverjin er nýggjur. Heldur er talan um málverja, sum áður hevur verið í felagnum.

HB skrivar soleiðis:

Gunnvá Lützen var bert 15-ára gomul, tá hon fekk sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2020. Árið eftir var hon fyrstaval millum stengurnar, áðrenn hon fór uttanlands á sumri í 2021.
Sum málverji hevur hon nógvar góðar eginleikar. Hon er høg, djørv, góð við beinunum, arbeiðssom, og setur sær sjálvari høg krøv.
Hóast hon bert er 18 ár, hevur hon vant við A-landsliðnum.