Gyða og Jóhanna eru ársins sólstrálur

Tvær ungar gentur í Neistanum vunnu heiðurin á Ítróttarfagnaðinum

Jóannes Hansen
10. februar 2024 kl. 20:38

Gyða B. Djónadóttir og Jóhanna Østerø í Neistanum vórðu í kvøld heiðraðar sum ársinsi sólstrálur. Hetta vórðu tær á Ítróttarfagnaðinum, sum í kvøld er í Løkshøll. Tað var Hansina á Plógv, ið er kend fyri sítt nærlagni í kappróðrinum í Sandavági, sum handaði heiðurin og kekkin upp á 15 túsund krónur. 

Gyða og Jóhanna í Neistanum brúka nógvar tímar í høllini sum spælarar venjarar, umframt at tær selja í kioskini og sita við dómaraborðið til dystir.

Tær staðfestu í samrøðuni við Sáru Jógvansdóttir, at tær eru partar av einum fantastiskum felagsskapi. 

Hini innstillaðu til heiðurin vóru Ári Fríðason Jensen í Borðtennisfelagnum Tór, og Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen, VÍF og Havnar Fimleikafelag.