Hægstirættur í India vil ikki loyva samkyndum hjúnalagi

Hægstarrættarforsetin heldur ikki tað vera upp til rættin, at broyta hjúnabandslógina í landinum

Ragnar Sjúrðarson
17. oktober 2023 kl. 15:27

Hægsti dómstólurin í India ynskir ikki at gera hjúnaløg millum tvey av sama kyni lóglig.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Harvið verður hjúnabandslógin í India fyribils ikki broytt.

Hægstarrættarforsetin D.Y. Chandrachud greiðir frá, at tað má vera upp til lóggávutingið í India, at taka avgerð um hjúnabandslógin í landinum skal broytast.

Í Asia, har konservativ virði enn fylla nógv, er tað einans Taiwan og Nepal, sum loyva vígslu av tveimum av sama kyni.