Hægstirættur vitjaði Fróðskaparsetrið

Tað er aðru ferð, at Hægstirættur er í Føroyum. Fyrru ferð var á heysti í 2012 og ta ferðina vitjaðu tey eisini á Setrinum. Hesaferð fingu tey kunning um nýggju føroysku løgfrøðiútbúgvingina

Sveinur Tróndarson
14. juni 2022 kl. 13:30

Tað var virkandi dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini, Hans Ellefsen, sum tók ímóti gestunum og hann kunnaði rættin um útbúgvingarnar á deildini.

Eftir tað fekk Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í løgfrøði, orðið, og hann greiddi donsku gestunum frá um føroysku løgfrøðiútbúgvinga. Millum annað greiddi hann frá, at føroyska útbúgvingin javnvigar millum at vera útbúgving, sum kann góðtakast í øllum danska ríkinum, samstundis sum hon tekur serlig atlit til rættarøki, sum eru serstøk fyri Føroyar, og onnur viðurskifti, ið eru serstøk fyri føroyska samfelagið.

Eftir Bárð Larsen fekk Jens Peter Christensen, hægstarættardómari, orðið, og hann segði nøkur orð um støðuna hjá Hægstarætti sum sokallaður fordømisrættur. Í 2007 var rætturin umskipaður, og nú er Hægstirættur mest ætlaður at taka sær av kærumálum, sum hava prinsipiellan týdning. Tað vil í stuttum eisini siga, at ikki øll mál sleppa í Hægstarætt. Hinvegin er tað so, at øll rættarmál hava rætt til tvær viðgerðir – um tey vera kærd eftir viðgerðina í lægra rættinum. Hetta inniber so eisini, at tey, sum enda í Eystara ella Vestara landsrætti, kunnu søkja um at sleppa í Hægstarætt, men tað er ikki vist, at tey fáa loyvi til tað frá tí sum eitur Procesbevillingsnævnet.

Tað, at ein dómur er prinsipiellur merkir, at hann røkkur út um seg sjálvan og fær týdning fyri, hvussu onnur mál av líknandi slagi verða avgreidd.

Eftir vitjanina á Fróðskaparsetrinum var Hægstirættur og vitjaði Felagið Lóg, sum er felag fyri føroyskar løgfrøðingar. Har helt Thomas Rørdam, hægstarættarforseti, fyrilestur um ríkisrættarmálið móti Inger Støjberg, ráðharra, sum byrjaði 2. september í fjør og sum endaði við dómi uppá 60 daga fongsulsrevsing tann 13. desember.

Hægstirættur verður í Føroyum til hósdagin í hesi vikuni.

Myndir: Johan Lamhauge