Håkan: Vit gjørdu ov nógv mistøk

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, viðgekk eftir dystin, at føroyski liðið gjørdi ov nógv mistøk. Hann helt eisini, at tað var torført at bróta smáspælið hjá kekkum, og tí sluppu kekkar eisini at stýra dystinum

Håkan Ericson roynir at leggja lag á, men lítið batti í venjingardystinum móti Kekkia (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
17. november 2022 kl. 10:30

Føroyska landsliðið kom í satt ódnarveður í venjingardystinum móti Kekkia á Andruv-leikvøllinum í Olomouc. Allan dystin á tamb stýrdu kekkar spælinum, tá teir við góðum smáspæli settu føroysku verjuna undir trýst frá fyrsta bríksli.

Endaliga úrslitið gjørdist 5-0 til Kekkia, og tað var ikki eitt mál ov lítið, tá tað kom til stykkis.

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, viðurkendi eisini eftir dystin, at kekkar vóru nógv betur enn føroyska liðið, og at tað vóru nógv ting, sum føroyska liðið eigur at gera betur.

Eisini segði landsliðsvenjarin, at vit kunnu vænta okkum broytingar til venjingardystin móti Kosovo, ið verður spældur leygardagin.

Samrøða við Håkan kann hoyrast her: