Halda gudstænastu á vøllinum í Gundadali á hvítusunnu

Prestarnir í Suðurstreymoy eru við

Áki Bertholdsen
23. mai 2023 kl. 08:29

Aftur á hvítusunnu í ár verður útigudstænasta í Havn. Aftur hesa ferð verður hon á Ovaravølli í Gundadali og tað verður klokkan 11 annan hvítusunnudag at tað verður.

Tað eru kirkjurnar í Suðurstreymoy sum skipa fyri og prestarnir sum eru við, eru Anne Mette Greve Klementsen, Bergur D. Joensen, Sverri Steinhólm, Ann Hermansdóttir, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Uni Næs, Derhard Jógvansson, Theodor Eli Dam Olsen og Heri Joensen.

Undir gudstænastuni fara eisini GHM & Havnar Hornorkestur at spæla aftur við sálmasanginum og børnini fáa eisini eina søgu.

Sálmarnir, sum sungnir vera, eru:

Nú skínur sól í dýrd og mæti
Vit halgan Anda biðja nú 
Mána og sól

Nú skínur sólin bjarta 

Guðs kirkjugrund aleina 

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini, siga prestarnir.
Myndin oman fyri er av nýggja messuaklinum hjá Vesturkirkjuni. Tað er Paulina M. K. Eliasen, sum hevur virkað hann.