Haldgóðskan á battaríum í el-bilum kannað

Ein spurningur, nógv spyrja viðvíkjandi battaríunum í el-bilum, er, hvussu haldgóðskan er.

Rúni Korsgaard
10. juni 2024 kl. 21:40

Hetta er nýliga givið boð uppá í eini kanning, ið amerikanska fyritøkan Recurrent Auto hevur gjørt. Fyritøkan arbeiðir við at kanna og meta um battarí til el-bilar – sostatt skulu tølini allarhelst fatast við hesum in mente.

Tá tað er sagt, vórðu í kanningini, Recurrent Auto gjørdi, 20.000 el-bilar eygleiddir, og sambært frágreiðingini, er haldgóðskan á battaríum til el-bilar longri enn áður mett.

”Avbera fá battarí vórðu skift út, sjálvt eftir 8 ára, 160.000 km garantiskeiðið. Hyggur mann einans eftir teimum elstu modellunum frá 2015 og eldri, fráboðaðu bert 13 procent av eigarunum battaríútskifting”, verður nevnt í frágreiðingini.

Eisini verður drigið fram, at battaríini í modellunum, sum vóru nýggjari enn teir frá 2015, vórðu skift út við 12 %, altso 1 % minni.

Dátur frá teimum 20.000 kannaðu el-bilunum vísa, at battaríini brótast skjótari niður tey fyrstu árini, síðani gerast tey støðugari yvri longri tíð, áðrenn tey at enda skjótari brótast heilt niður. Í hesum sambandi verður tosað um eina týðiliga S-rás í niðurbrótingini.

Meirilutin av kannaðu bilunum vóru Tesla-modellir.

Í kanningini verður m.a. tikið samanum, at miðal-battarístøddin í el-bilum vaks við 122 % í árunum 2015-2022, sum hevur við sær, at nýggjari battarí tola at missa meira kapasitet, áðrenn tey skulu skiftast út.

Nærri um kanningina er at lesa her.