Hall á fíggjarlógini næsta ár

Játtanarkarmarnir lagdir fram í dag - avlop frá 2026

Árni Gregersen
22. mars 2024 kl. 14:17

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, legði í dag uppskot til samtyktar fram um játtnarkarmarnar frá 2025 til 2029.

Fyrsta árið vísir eitt hall, meðan fýra tey næstu árini vísa avlop á fíggjarlógini, men dyri at tað skal henda so skulu átæk setast í verk á útreiðslusíðuni, verður sagt í ippskotinum.

Viðvíkjandi fíggjarlógini fyri næsa ár, so verður í kørmunum í fyrsta lagi sagt, at hn fer at geva eitt avlop uppá níggju miljónir.

Men av tí, at ætlanin er at meira av veiðu- og tøkugjøldunum skulu fara í Búskapargrunnin, so endar ,metingin við einum halli næsta ár.

Fyri at hallið skal veraz so lítið sum 12 miljónir krónur, so er neyðugt við átøkum sum minka útreiðslurnarr við 35 miljónum krónum.