

NORA fær nýggjan stjóra. Tað er Halla Nolsøe Poulsen, sum seinastu trý árini verið sendikvinna á føroysku sendistovuni í Reykjavík.
Áðrenn tað hevur hon millum annað verið seniorráðgevi í Norðurlandaráðnum í átta ár, verið fulltrúi á løgmansskrivstovuni, og fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, við ábyrgd fyri luttøku Føroya í norðurlendska samstarvinum.
Ásmundur Guðjónsson hevur verið stjóri seinastu átta árini. Hansara sáttmáli gongur út í summar, og nú er greitt, at Halla tekur yvir sum stjóri í NORA.
Halla Nolsøe Poulsen er 45 ára gomul og útbúgvin Cand.Scient.Pol. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur harumframt útbúgving í projektleiðslu.
Halla Nolsøe Poulsen byrjar í starvinum 1. september.