Hallur á vikuliðnum

Vejle spældi javnt móti FC Midtjylland í vikuskiftinum, har Hallur Hansson var sera eyðsýndur. Hallur er at finna á vikuliðnum hesa vikuna

Sigurjón Einarsson
1. desember 2021 kl. 14:57

Tað hevur gingið av skriðuni hjá Vejle hetta kappingarárið, og liðið hjá Viljormi Davidsen og Halli Hansson liggur eisini niðast í donsku deildini, men í vikuskiftinum spældi Vejle javnt móti toppliðnum í deildini, FC Midtjylland, har Hallur Hansson var sera eyðsýndur og legði upp til 1-1 málið, sum Vejle fekk í yvirtíðini.

Almenni Facebook-vangin hjá Vejle kemur við nógvum rósandi orðum til Hall fyri innsatsin móti FC Midtjylland, men eisini fyri ta stuttu tíðina, sum føroyski miðvallarin hevur verið í Nørreskoven, har leikvøllurin hjá Vejle er.

Tipsblaðið grundgevur millum annað soleiðis fyri, at Hallur Hansson er á vikuliðnum:

“Vejle skal nú bara hugsa um at leingja við Hallur Hansson. Føroyingurin kann fara til samráðingarborðið við upprættari pannu, eftir góðum innsatsi móti FC Midtjylland, har hann legði upp til útjavnandi málið seint í dystinum”.

Hallur Hansson hevur gjørt ein stutttíðarsáttmála við Vejle, ið gongur út á nýggjárinum.

Eisini viðhaldsfólkini hjá Vejle vilja hava, at felagið leingir við føroyska landsliðsspælaran. Lesur tú viðmerkingarnar undir greinum, har Hallur Hansson verður nevndur, so síggjast nógv lýsingarorð um Hall Hansson:

Her er eitt lítið videobrot, tá Hallur Hansson leggur upp til útjavnandi málið móti FC Midtjylland: