Hámarksferðin á Velbastaðvegnum broytt til 60 km/t

Hámarksferðin á Velbastaðvegnum lækkar við 20 km/t

Ragnar Sjúrðarson
19. apríl 2024 kl. 23:00

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Orsøkin er vaksandi ferðslan á Velbastaðvegnum saman við fleiri til- og frákoyringum til bussvendipláss, Norðasta Horn og træðarvegir. Broytingin er sostatt gjørd fyri at økja ferðslutrygdina í økinum.