Hamradun gevur út nýtt staklag

Triðja heildarútgávan hjá bólkinum kemur út í næsta mánað

Fríðmundur Nattestad
19. apríl 2024 kl. 16:15

Fólkamálmsbólkurin, Hamradun, hevur í dag latið úr hondum nýtt staklag, ið kallast "Náttargestir".

- "Náttargestir" snýr seg um at fylgja varðum millum bygdir á nátt, tá mánin er einasta ljós kelda, og bæði huldufólk og trøll flyta seg í myrkrinum, siga limirnir í Hamradun.

Hetta er næsta staklagið bólkurin gevur út, eftir at lagið "Nætur níggju" kom út í farna mánað.

Hesi bæði stakløgini eru partur av komandi heildarútgávuni hjá bólkinum, sum er tann triðja í røðini. Útgávan kemur út í næsta mánað, tá bólkurin hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her.

Hoyr nýggja staklagið, "Náttargestir", her