Hamradun til reiðar við nýggjari heildarútgávu

Útgávukonsert verður í Norðurlandahúsinum 4. mai

Fríðmundur Nattestad
27. februar 2024 kl. 12:00

Tungmálmsbólkurin Hamradun er nú til reiðar við sínari triðju heildarútgávu. Tær fyrru komu út í ávikavíst 2015 og 2019.

- Útgávan kemur út á LP og fløgu um somu tíð sum útgávukonsertin, og eftir ætlan koma tvey stakløg út áðrenn tað, greiðir Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun, frá, í samrøðu við Dimmalætting.

- Níggju skeringar vera á útgávuni, og sum áður er okkurt kvæði og onkur vísa við, umframt nýskrivaði løg. Sungið verður á føroyskum, gøtudonskum og á forna málinum í Hetlandi.

- Útgávan er ein sokallað konsept-útgáva, hóast løgini á sín hátt standa egin. Teksturin snýr seg um millum annað føroyska søgu og norrøna gudalæru, sigur Pól Arni Holm.

Útgávukonsertin verður leygardagin 4. mai í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki kunnu keypast her.