Handtikin fyri harðskap á gistingarhúsi í Havn

Ein maður hevur ligið í brummuni í nátt

Áki Bertholdsen
24. mars 2024 kl. 09:11

Mitt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna av einum gistingarhúsi í Havn at melda, at harðskapur var inni á einum kamari.

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og har handtóku tey ein mann og nú verður hetta viðgjørt sum eitt mál um harðskap.

Hann er tikin fyri harðskap ímóti tveimum fólkum - og tað vóru tey, sum høvdu ringt til løgregluna.

Maðurin, sum varð tikin, hevur ligið í brummuni í nátt og nú skulu so fleiri avhoyringar gerast fyri at lýsa málið betur.

Av tí, at málið er so nýtt, og tað mangla fleiri avhoyringar, veit løgreglan ikki so nógv um málið enn.