

Eftir ólavsøku tók Hanna Jensen seg úr tinginum. Í fyrstu syftu skiltist tað soleiðis, at hon segði tingsessin frá sær, og Árni M. Dam hevur síðani verið tingmaður.
Nú boðar Hanna Jensen frá, at hon fer aftur í tingið. Tað ber við sær, at annar rektari fer at verða settur á Kambsdali, meðan Hanna verður í tinginum.
Tá ið Hanna Jensen eftir løgtingsvalið fór í tingið 22. desember, eftir at samgongan varð skipað, og tvey av tingfólkunum hjá Framsókn fóru í landsstýrið, varð Óli Wolles settur fyribilsrektari á Kambsdali.
Hanna Jensen skrivar soleiðis á facebook í kvøld:
TIKIÐ SÆTI AFTUR Á TINGI
Støða og lutur mín eru tey, at eg kenni meg kallaða at fara aftur á ting í eitt longri tíðarbil, enn eg fyrst helt vera tað rætta.
Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum.
Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur í gjár 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22.desember í 2022.
Tað er ikki ein løtt støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak.
Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú.
Eg má drýpa høvur og gera orð Tróndar í Gøtu til míni egnu: “Sjái Guð Hluta minn”.
Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós.