Hans Jón Thomsen nýggjur stjóri í HSF

Hans Jón Thomsen byrjar í starvinum tann 1. januar 2023

Skúlastjóri verður stjóri í HSF. (Mynd: Hondbóltssamband Føroya).
Kristian Waag Dam
17. november 2022 kl. 14:20

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag í tíðindaskrivi.

Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Í tíðindaskrivinum viðmerkir starvsnevndin hjá HSF, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Hans Jón Thomsen hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt.

Hans Jón Thomsen er 49 ára gamal og ættaður av Tvøroyri, men búsitandi í Havn. Hann hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla seinastu 7 árini.