Harmiligt at teir ikki vilja lata fólkið sleppa at siga sína meining

Bygdaráðið í Fámjin skal ikki minna um eitt prestastýrið, heldur borgarstjórin

Áki Bertholdsen
26. apríl 2024 kl. 13:50

Tað er harmiligt, at hinir báðir bygdaráðslimirnir ikki vilja lata fólkið sleppa at siga, hvat tey halda um at leggja saman.

Tað sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin.

Sum vit hava skrivað áður í dag, hevur bygdaráðið í Fámjin samtykt, at hesumegin kommunuvalið í heyst verður eingin fólkaatkvøða í Fámjin um at leggja saman við Tvøroyri og Hvalba.

Tað eru bara tríggir bygdaráðslimir í Fámjin og borgarstjórin var einsamallur um at atkvøða fyri eini fólkaatkvøðu.

Sum vit eisini skrivaðu í áðni hava hinir báðir bygdaráðslimirnir víst á, at Fámjins kommuna er væl fyri fíggjarliga og tí er eingin orsøk at leggja saman.

Men tá ið avgerðin var tikin um, at Fámjin ikki skuldi vera við, segði Jóanis Lisberg, at hetta er ikki ein spurningur um fíggjarligu støðuna. Hetta er ein spurningur um at lata fámjininga sleppa at siga sína hugsan um samanlegging - sama hvussu fíggjarliga støðan annars er.

Hann heldur, at bygdaráðið í Fámjin skal ikki sita sum eitt gamalt prestastýrið og nokta fyri at lata fólkið sleppa til orðanna.

– Fólkið hevur valt okkum í bygdaráðið, men tey hava ikki valt okkum at taka talifrælsi frá teimum.

Vit hava meiri um eina løtu