Hattrikk til Bjartalíð

Triðja mánaðin á rað er Jóannes Bjartalíð úr KÍ kosin til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum

Frímund Hansen, formaður í stuðlafelagnum KÍ Tórshavn, og Jóannes Bjartalíð. (Mynd: Hans Erik Danielsen).
Kristian Waag Dam
8. november 2022 kl. 09:52

Tað er einki at ivast í, at kappingarárið 2022 hevur hilnast væl hjá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, og næstu tíðina kann bóltsnillingurin í Klaksvík uttan samvitskubiti lata seg í sigurskappan, pussa skógvarnar, og ganga við brattari bringu á Stangavegnum ella framvið vøllinum á Djúpumýru.

Tað eydnaðist akkurát ikki at vinna greipuna, men føroyameistaraheitið bleiv vunnið í suverunum stíli, og afturat tí hevur Bjartalíð eisini havt ein týðandi leiklut á liðnum hjá Håkani Ericson og føroyska A-landsliðnum.

Og nú, triðja mánaðin á rað, er maðurin við 10-talinum á rygginum hjá FM-vinnarunum valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum.

– Jú, jú, hetta fótbóltsárið hevur verið á heilt góðari leið. Vit ætlaðu okkum sjálvandi Løgmanssteypið eisini, men soleiðis bleiv tíverri ikki. Men vit royna aftur komandi ár, eingin ivi um tað, sigur Jóannes Bjartalíð, tá hann fær boðini um, at hann triðja mánaðin á rað er kosin til besta spælara í fremstu deildini hjá monnum.

Tað eru landsliðsvenjarar og fjølmiðlar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Tá talt var saman hesaferð, var rættuliga skjótt greitt, at Bjartalíð fór at verða kosin til besta spælara í oktober, eins og hann bleiv í august og í september. Nummar 2 gjørdist Boubacar Dabo úr B68, og einum deildum triðja plássi komu Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar.

Fyri heiðurin sum besti spælari í oktober, fekk Jóannes Bjartalíð handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var Frímund Hansen, formaður í stuðlafelagnum KÍ Tórshavn, ið vegna FSF stóð fyri handanini, og vegna stuðlafelagið nýtti hann samstundis høvið at lata Jóannesi eitt gávubræv upp á 3.000 krónur.

Kelda: Hans Erik Danielsen - Fótbóltssamband Føroya