Tað gongur framvegis strúkandi hjá landskassanum og kommunum kring landið – ella í hvussu so er hjá teimum flestu.
Tað vísir ein uppger hjá Taks. Uppgerðin vísir, at higartil í ár hevur landskassin góðar 846 milliónir inn í landsskatti og tað eru slakar 57 milliónir, ella 7,2 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár hava kommunurnar kring landið fingið 950,5 milliónit í skattainntøkum og tað eru 45,2 milliónir, ella sløk fimm prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað eru bara sjey kommunur, sum ikki hava fingið meiri nn í skatti higartil í ár enn í fjør. Fimm av teimum eru í syðra parti í landinum. Tvær av teimum eru í Suðuroy, nevniliga Vágur og Porkeri, men har er afturgongdin minni enn eitt prosent. Í Skúgvi er afturgongdin fimm prosent og í Húsavík, Skálavík og Skopum, er eisini ein afturgongd upp á 1,49 til 4,43 prosent.
Størsta afturgongdin er í Fugloy, har tey hava fingið næstan 18 prosent minni inn í skatti higartil í ár enn í fjør.