Hava fingið undaksloyvi til at koyra mjólk í handlarnar

Mjólk verður framvegis at fáa í handlunum, sigur stjórin á MBM

Áki Bertholdsen
14. mai 2024 kl. 10:45

Verkfall er og tað er eingin loyna, at bógv fólk hava fyrireikað seg við at hamstrað alskyns vørur, so at tey ikki verða í uppisetri í langa tíð.

Men ein vøra, sum tað ikki ber so væl til at hamstra, er mjólk. Samstundis er mjólk at rokna sum ein neyðsynjarvøra, serliga hjá barnafamiljum.

og Hákun Steingrimsson, stjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna, MMB, sigur, at mjólk verður framvegis at fáa í handlunum.

Hann sigur, at fleiri av teirra starvsfólkum eru umfatað av verkfallinum, men at nøkur av teimum vera til arbeiðis kortini, MBM hevur nevniliga fingið undantaksloyvi til at heinta mjólk av garðunum kring landið og at virka hana á virkinum. 

Og tey hava eisini fingið undantaksloyvi til at koyra hana í handlarnar kring landið.

Stjórin torir ikki at siga, at alt verður akkurát sum vanligt, men tað stutta av tí langa er, at mjólk verður framvegis at fáa til keyps í handlunum, hóast tað er verkfall.