Seinnapartin leygardagin hevur Harmoniorkestrið, GHM, heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Konsertin er klokkan fimm og tey siga, at kráin hóskar væl til bæði árstíðina og fjølmentanarvikuna við flottum útsetingum av bretskum, írskum og amerikanskum fólkatónum.
At hoyra verða løg sum Scarborough Fair, My bonny boy, Highland Cathedral og onnur. Eisini fer ein minni bólkur av træblásarum úr orkestrinum at spæla eitt verk.
Í fjør hátíðarhelt GHM 100-ára stovningardag. Í tí samandi samlaðu tey yvir 100 GHM’arar
til at spæla á stórari konsert.
Fleiri av hesum høvdu ikki nortið sítt ljóðførið í fleiri áratíggju, men tónleikurin, og ikki minst samveran, endurkveikti hugin, og nógv av teimum eru nú fastir limir í orkestrinum aftur.
Í dag eru einir 40 spælarar í orkestrinum og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar tí.
Konsertin leygardagin er ókeypis, men høvi verður at stuðla orkestrinum, sum savnar pening inn til at keypa ljóðføri.
Tey samla eisini pengar inn til eina ferð til Bornholm í Danmark. Tað var har, at Bakar Hansen, ella Georg Hansen, sum hann nevndist, varð føddur.
Hann var ein av slóðarunum fyri føroyskm tónleikalívið í næstseinastu øld og verður onkuntíð kallaður pápi tónleikin í Føroyum. GHM er uppkallað eftir honum, tí tað stendur fyri Georg Hansens Minni.