Hava skotið 300 dronur og rakettir ímóti Ísrael í nátt

Støðan í miðeystri er nú so spent sum sjáldan áður

Áki Bertholdsen
14. apríl 2024 kl. 09:26

Í nátt eru einar 170 dronur og 130 rakettir skotnar ímóti Ísrael. Tær allarflestu úr Iran, men eisini úr Irak, úr Libanon og úr Yemen eru rakettir skotnar ímóti Ísrael.

Útlendskir miðlar skriva, at 99 prosent av teimum vórðu skotnar niður, áðrenn tær raktu, men einstakar raktu kortini mál Ísrael. Ein hernaðarstøð har suðuri í Ísrael er rakt. Tann materielli skaðin er avmarkaður og eingin hevur latið lív, men ein 10 ára gomul smágenta er illa løstað av spreingiflísum.

Ìsrael hevur lovað hevnd eftir álopininum og at hetta skal fáa avleiðingar, sum fara at merkjast. Enn er kortini ikki greitt, hvørjar ætlanir, Ísrael hevur. 

Hinvegin hevur Iran eisini gjørt greitt, at tey fara ikki at blunka við at svara aftur, skuldi nakar gjørt seg inn á tey.

Hetta er eitt álop, sum ikki hevur sítt fordømi í søguni og støðan í Miðeystri er so spent, sum sjáldan áður. Eygleiðarr og statsleiðarar kring heimin eru samdir um, at nú er kynstrið ikki at loypa fram av so at kríggið í Gaza eisini breiðir seg til alt miðeystur. Tí mæla tey øllum pørtum til at sissa seg, so at støðan ikki versnar.  

Iran sigur, at hetta álopið er hevnd fyri álopið á iransku sendistovuna í Damaskus herfyri, har sjey fólk lótu lív og sum tey leggja Ísrael undir at hava framt - og tey siga, at álopið í nátt var væleydnað.

Í morgun leyp Ísrael á eina legur hjá Hizbollað í Suðurlibanon, men tað er óvist um tað hevur samband við álopið í nátt. Undir øllum umstøðum hevur Ísrael boðað frá, at álopini eru ikki av enn.

Í iranska høvuðstaðnum, Teheran, samlaðist stór mannfjøld á einum torgi í miðbýnum at feira álopið herrópum, fløggum og fýrverki.