

Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki. Tað upplýsir felagið, Anti Doping, í tíðindaskrivi í morgun.
Royndirnar eru tiknar í hesum ítróttagreinum:
Innirógving: 3 royndir
Rógving: 6 royndir
Fótbóltur: 4 royndir
Vektlyfting: 3 royndir
Kurvabóltur: 4 royndir
Felagið sigur, at eingin av royndunum vóru positiva og tey hava varhugan av, at føroysk ítróttafólk hugsa seg væl um á hesum øki.
Anti Doping Føroyar hevur sett sær fyri at taka einar 40-50 royndir í ár.
– Venjingarmiðstøðirnar eru eisini fevndar av føroysku lóggávuni. Ætlanin hjá Anti Doping Føroyum er at fáa samstarvsavtalur við venjingarmiðstøðirnar soleiðis, at tær kunnu lýsa við, at doping ikki er loyvt í teirra venjingarhølum, sigur Anti Doping.
Tey siga annars, at í farnu viku hava umboð fyri Anti Doping Danmark verið á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini var at undirvísa teimum, sum hava eftirlit við doping í Føroyum og at undirskriva samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar.
Harumframt var eisini fundur við FSF um ymisk viðurskifti. Endamálið við at gera eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark er at tryggja okkum, at vit í Føroyum er, at vit altíð lúka somu krøv, sum aðrastaðni.
Samstarvsavtalan við Anti Doping Danmark ger, at arbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu.