

Mánadagin 2. hvítusunnudag klokkan 12, verður útiguðstænasta í prestagarðinum í Kvívík.
Hetta er ein gudstænasta, sum er ferlags fyri alt prestagjaldið.
Vestmanna hornorkestur fer at spæla. Djóni Nolsøe Fischer spælir bass, og vit hoyra eina hvítusunnusøgu, siga kirkjuráðini.
Prestar eru Maria Jørðdal Niclasen og Steintóra Gleðisheygg Joensen. Kirkjuráðið í Kvívík bjóðar drekkamunn aftaná guðstænastuna.
Ókeypis bussar fara frá kirkjuni í Kollafirði og kirkjuni í Vestmanna klokkan 11.30. Bussarnir koyra eisini heimaftur. Eingin guðstænasta er í hesum kirkjum henda dagin.
Í hesum sambandi heita kirkjuráðini á fólk um at lata seg væl í og hava okkurt við at sita á. Tó eru stólar til tey, ið hava tørv á tí.
Viðrar tað ikki, verður guðstænasta í Kvívíkar kirkju, siga kirkjuráðini.