HB eigur nógv stoltastu steypasøguna

1970ini og 1980ini vóru tey, sum bóru flest HB steypasigrar við sær

Jóannes Hansen
4. november 2023 kl. 20:51

Í kvøld vann HB steypafinaluna fyri 29. ferð. Tað er framúr úrtøka og so nógvar ferðir fleiri finalusigrar, enn nakað annað felag hevur megnað. Øll hini feløgini hava tilsaman vunnið 38 steypafinalur.

B36 eigur sjey finalusigrar, KÍ og GÍ seks, TB og Víkingur fimm, EB/Streymur fýra, NSÍ tríggjar og VB og B71 ein finalusigur í part. Steypafinala hevur verið á hvørjum ári síðani 1955. Einasta undantakið var í 1970, tá ið finalan millum KÍ og HB ongantíð varð spæld.

Gyltastu tíggju ára skeiðini hjá HB í steypahøpi vóru 1970ini og 1980ini. HB vann sjey finalur í 70unum og sjey finalur í 80unum.

 Síðani hevur tað ikki verið so stutt millum HB sigrarnar í steypakappingini. Síðani aldarsskiftið hevur HB vunnið kappingina um løgmanssteypið fýra ferðir.

 

1955

1957

1959      3

1962

1963

1964

1968

1969      5

1971

1972

1973

1975

1976

1978

1979      7

1980

1981

1982

1984

1987

1988

1989      7

1992

1995     

1998      3

2004      1

2019      1

2020

2023      2