HB hevur keypt ein vong aftrat

Talan er um ghanesiskan spælara, sum hevur spælt í Svøríki

Mynd: HB
Jóannes Hansen
6. februar 2024 kl. 14:42

HB boðar í dag frá, at felagið hevur keypt ein útlendskan spælara aftrat.

Talan er um Emmanuel Agyeman Duah, sum er úr Ghana, og sum er 21 ára gamal.

Hann er keyptur úr AFC Eskilstuna, sum spælir í triðibestu deildini í Svøríki. Har hevur hann verið síðani 15. juli í 2022, og hann var sáttmálabundin fram til 31. desember 2024.

Nýggi spælarin hjá HB verður sagdur at vera skjótur og at hava góðan bóltførleika. Fyrr í vetur hevur HB skrivað sáttmála við Mohamed Samba, sum undanfarnu árini hevur verið vongur í B68.  

Fyrsti landskappingardysturin hjá HB í ár verður sunnudagin 10. mars klokkan 18.00 ímóti NSÍ í Gundadali.