HB hevur leigað U21 landsliðsspælara

Tað snýr seg um miðverja, ið er leigaður frá superligufelagnum Hvidovre IF

Mynd: HB
Jóannes Hansen
7. februar 2024 kl. 19:40

Fyrst var søgan, at HB hevði skrivað sáttmála við U21 eykalandsliðsmálverjan Rasmus Nilsson, sum flytur til HB úr Keypmannahavn, har hann síðstu tíðina hevur umboðað gamla stórfelagið BK Frem, sum nú spælir í 3. deild, ið er fjórðbesta danska deildin.

Í dag eru tíðindini, at HB hevur leigað U21 landsliðsspælaran Elias Rusborg, ið er sáttmálabundin í Hvidovre IF, sum er botnlið í superliguni.

Hóast tað ikki er eydnast 21 ára gamla Elias Rusborg at vinna seg á besta liðið hjá Hvidovre, so hevur hann í 2022 og 2023 spælt átta dystir á føroyska U21 landsliðnum.