HB hevur skrivað undir við Teit

Umframt við sjey spælarar, sum ikki vóru í felagnum í fjør, hevur HB skrivað undir sáttmála við fleiri ungar og evnaríkar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum

Jóannes Hansen
28. februar 2024 kl. 16:58

HB boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein ungan spælara aftrat. Talan er um 18 ára gamla Teit Justinussen, sum er uppvaksin í HB. Sambært HB er talan um evnaríkan hart arbeiðandi miðvallara, ið hevur gott eyga fyri spælinum. Faroesoccer veit at siga, at Teitur Justinussen hevur spælt fimm dystir við U21 liðnum og tveir dystir við næstbsta HB liðnum.

Tá ið Adolfo Sormani 21. november 2023 var á fyrsta tíðindafundinum sum HB venjari varð kunnað um, at hann var settur at vera venjari í trý ár, og at talan var um roymi. Saman við honum eru hjálparvenjari og fysiskur venjari settir í starv í HB.

Tá segði nýggi venjarin, at hann kennir treytirnar, sum eru hjá HB venjara. Tær eru, at tað verður roknað við, at liðið vinnur. Í fjør endaði HB á triðja plássi í landskappingini og við at vinna steypafinaluna.

Adolfo Sormani undirstrikaði eisini 21. november, at talan er um verkætlan, sum fevnir yvir fleiri ár, og at málið er at menna og byggja nýtt lið. Síðani tá hevur HB skrivað undir sáttmála við sjey  spælarar, sum ikki spældu við HB í fjør. Onkrir eru komnir úr øðrum føroyskum feløgum, onkrir eru komnir úr útlandinum, og so eru tað fleiri ungir og evnaríkir HB spælarar, sum nú eru lagstir aftrat hópinum. Tann síðsti í røðini av teimum er 18 ára gamli Teitur Justinussen.

Leygardagin fer HB at spæla stórsteypadyst ímóti KÍ. Tað verður á Tórsvølli klokkan 17.30.

Fyrsti landskappingardysturin hjá HB í 2024 verður annan sunnudag á heimavølli ímóti uppflytarunum í NSÍ.