HB Køge verður mótstøðuliðið hjá KÍ

Finska meistaraliðið vann í kvøld ímóti HB Køge

Mynd: Albin á Hædd Johannesen
Jóannes Hansen
6. september 2023 kl. 22:09

Tað verður danska HB Køge, sum KÍ kvinnurnar leygardagin fara at spæla um triðja plássið ímóti í europeiska meistarabólkinum, sum í hesi vikuni er á Sjællandi.

Fyrr í dag tapti KÍ 7-0 ímóti serbiska meistaraliðnum Spartak Subotica, og í kvøld tapti HB Køge 2-1 ímóti finska meistaraliðnum KuPS Kuopio. Finska liðið skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið tíðin var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina.

Leygardagin 9. september vera tveir teir síðstu dystirnir

HB Køge – KÍ kl. 12.30

Spartak Subotica – KuPS Kuopio kl. 15.00