Heðin gevur út nýtt staklag

Lagið verður bólkað sum andaligur poppur, og kann stroymast á ymsum talgildum pallum

Fríðmundur Nattestad
8. apríl 2024 kl. 14:45

Heðin Askham hevur júst latið úr hondum sítt triðja staklag, ið kallast "Meðan vit bíða".

- "Meðan vit bíða" er eitt sorgblítt lag, ognað teimum sum eru tyngd og syrgja, yvir sítt egna lív, ella hava verið fyri missi. Til tey, sum bíða eftir at tað verður betri, og ævinleikanum, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

Heðin Askham er 46 ára gamal klaksvíkingur, kendur innan andaliga tónleikaumhvørvið, og hevur eina heildarútgávu og tvey stakløg á baki. Hann hevur framført á pallum kring landið og uttanlands síðan hann var 14 ár.

Umframt at hava spælt við ymsum tónleikabólkum sum tannáringur, var Heðin við í kenda andaliga rokkbólkinum, I AM, og fimm raddaða sangbólkinum “High 5”. Nú framførir hann til størri tiltøk innan missiónina, eitt nú stórmøtir og Jól við løkin, bæði sum solistur og við kórinum Vox.

Lagið "Meðan vit bíða" kann hoyrast her.