

Tórshavnar kommuna hevur sett nýggjan leiðara í Heilsuhúsinum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tænastur til bæði heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimum í kommununi.
Nýggi leiðarin er Mona Maria úr Fugloy. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur umframt at hon er kandidatur í sjúkrarøkt við sergrein í leiðslu og fakligari menning. Harafturat hevur Mona Maria eisini útbúgving í leiðslu.
Mona Maria hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði úr Føroyum og Danmark. Mona Maria hevur stóran part av yrkisleið síni starvast innan eldraøkið í Danmark, men eisini nøkur ár í Føroyum. Hon byrjar í starvinum 1. juli, sigur býráðið í eini fráboðan í morgun
Í Heilsuhúsinum er heimatænastan, heimasjúkrarøktin, fysioterapeutar og ergoterapeutar, visitatión og Heilræði, sum er vitjunartænasta hjá heilsu- og umsorganartænastuni, móttøka og dygdarmennarar.
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd er eisini ein partur av Heilsuhúsinum.