Heilsustýrið skipar fyri kunningartiltaki

Kunnað verður um arbeiðið hjá deildini fyri Genomisk Medicin á Rı́kissjúkrahúsinum og um FarGen

Fríðmundur Nattestad
17. juni 2024 kl. 09:59

Týsdagin 18. juni skipar Heilsustýrið fyri kunnandi tiltaki um arbeiðið hjá deildini fyri Genomisk Medicin á Rı́kissjúkrahúsinum og um FarGen.

Hesum boðar Heilsustýrið frá í tíðindaskrivi í dag.

- Heilsustýrið og Genomisk Medicin skrivaðu fyrr ı́ ár undir samstarvsavtalu, sum eitt nú inniber at menna leistir fyri persónlagað medisin ı́ Føroyum. Genomisk Medicin stendur eisini fyri at gera genomkanningar fyri Sjúkrahúsverk Føroya, skrivar Heilsustýrið.

Í sambandi við at umboð fyri Genomisk Medicin ı́ hesum døgum vitja ı́ Føroyum, verður skipað fyri kunnandi tiltaki ı́ veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 18. juni kl. 14.30-16.00.

Á skránni verða framløgur um:

• FarGen og samstarvið við Genomisk Medicin

• Next generation sequencing

• Frá blóðroynd til genetiska frágreiðing

• Avleiðingar av genetiskari útgreining

• Samtykki

• Kliniskt dømi um persónlagað medisin

• HBOC-verkætlanin

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

- Deildin fyri Genomisk Medicin er staðsett á Rı́kissjúkrahúsinum, og stórur dentur verður lagdur á samstarvið við klinisku deildirnar fyri at stuðla undir verksetingina av persónlagaðum medisini.

- Grundfestið ı́ persónlagaðum medisini er, at ı́legusamansetingin hjá einstaklinginum hevur týdning fyri, hvussu viðkomandi tekur ı́móti medisinskari viðgerð, og hvussu ávı́sar sjúkur raka. Kortleggingin av genominum er tı́ ein týðandi liður ı́ menningini av persónlagaðum medisini.

- Eitt av aðalendamálunum við FarGen hevur frá byrjan verið at skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini ı́ Føroyum. Eftir ætlan verða fyrstu genomini frá FarGen lisin hjá Genomisk Medicin seinni ı́ ár, skrivar Heilsustýrið.