Heimildarfilmur um íslendsku provokatørarnar úr Hatari

Norðurlandahúsið vísir áhugaverdan heimildarfilm hósdagin um íslendska tónleikabólkin, ið fór avstað við øllum yvirskriftunum í Eurovision-finaluni í 2019 í Ísrael, tá limirnir í bólkinum veittraðu við palestinskum fløggum í The Green Room

Sigurjón Einarsson
22. november 2021 kl. 17:16

Tónleikabólkurin Hatari gjørdist heimskendur í Eurovision-finaluni í 2019, ið varð hildin í Ísrael. Tað høvdu undan finaluni tosað um ósemjuna um Ísrael og Palestina, men lovaðu, at tey einki skuldu gera til sjálva finaluni, tí sambært samtyktunum fyri Eurovision, skal tónleikakappingin og politikkur ikki blandast saman – hóast vit hava sæð óteljandi dømir um tað, har serliga Ukraina og Russland hava verið eftir hvørjum øðrum við politiskum sangum – men Hatari hevur eisini eina samtykt innanhýsis í bólkinum, og tað er, at bólkurin skal gera mun, har hann kann.

Hatari framførir sín sang til finaluna, og fyriskipararnir anda lættliga, tí bólkurin framførir uttan at gera nakað politiska staðseting, men bólkurin vil tað øðrvísi. Tey hava gjørt av, at tá stigini verða deild út, so skal stuðulin til Palestina staðfestast, og hetta ger bólkurin – til stóra øði millum áhoyrarnar og fyriskiparunum – í The Green Room, har øll tey, sum framføra til finaluna kunnu taka sær av løttum.

Eftir finaluna verður bólkurin førdur burtur av trygdarfólki, tí vandi er fyri, hvat kann standast av hesi gerð.

Eftir finaluna hoyrdist ikki so nógv til tónleikabólkin, men nú verður møguleiki at síggja og hoyra meira til henda gátuføra bólkin, tí hóskvøldið sendur Norðurlandahúsið heimildarfilm um bólkin.

Norðurlandahúsið skrivar:

“Upprunaliga var Hatari ein bólkur av framførslulistafólkum, sum høvdu meldað seg til Melodi Grand Prix sum eitt listaligt skálkabragd, men brádliga varð bólkurin valdur út at standa á pallinum í Tel Aviv og umboða Ísland fyri 200 milliónum hyggjarum. Hvat ger mann so?

Settur andlit til andlits við politiska samtekstin og Ísrael-Palestina-ósemjuna, ger Hatari av at royna at gera ein mun, at broyta heimin og brúka teirra rødd politiskt, og hetta gongur ikki friðarligt fyri seg. Hvussu skal bólkurin bera fram sín boðskap, klára trýstið  frá bæði ísraelum og palestinarum, og samstundis fullgera stóru finaluna?

Kom við á ferð teirra 25. november klokkan 19.30, tá ið Norðurlandahúsið vísir virðislønta íslendska heimildarfilmin frá 2020 – A Song Called Hate”.

Filmurin er á íslendskum og enskum, og hevur enskar undirtekstir.

Her er ein brellbiti frá heimildarfilminum:

Her er framførslan hjá Hatari í Eurovision-finaluni í Ísrael í 2019:

Og júst sum fyriskipararnir hildu, at nú var sloppið, so kemur politiska staðsetingin: