Heimsbankin: LGBTQ+ lógirnar í Uganda stríða ímóti okkara virðum

Heimsbankin vil ikki fíggja nýggjar verkætlanir í eysturafrikanska landinum meðan støðan við landsins LGBTQ+ lógum er sum hon er

Ragnar Sjúrðarson
9. august 2023 kl. 09:15

Heimsbankin hevur í dag staðfest, at anti-LGBTQ+ lógirnar í Uganda, sum hava verið fyri hørðum atfinningum frá ST og fleiri londum, stríða móti virðunum hjá bankanum.

Eitt ferðalið hjá heimsbankanum hevur vitjað Uganda, fyri at gera eina meting av um verkætlanirnar, sum bankin er við til at fíggja, verða settar í verk í samsvari við tær leiðreglur, ið bankin hevur.

Vitjanin varð gjørd í samband við, at Uganda í mai setti millum tær strangastu LGBTQ+ lógirnar í heiminum í verk.

Sambært Reuters er ferðaliðið hjá bankanum komin fram til, at har skulu fleiri tiltøk til fyri at tryggja, at verkætlanirnar liva upp til leiðreglurnar hjá bankanum. Hesi tiltøkini verða nú umrødd við myndugleikunum í Uganda. Heimsbankin strikar undir í eini orðing, at man framhaldandi vil binda seg til, “at hjálpa øllum borgarum í Uganda – uttan undantak – til at koma úr fátækarváða, fáa atgongd til lívsneyðugar vørur og betra um teirra tilveru”.

Heimsbankin fer fyribils ikki at fíggja nýggjar verkætlanir í eysturafrikanska landinum.