Heimskendur sangari til Føroya at hava konsert

Tað verður ein konsert í Føroyum og hon verður í Havn

Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 15:35

Fólk, sum koyra á at pynta og stákast til jóla, kunnu fáa ein lítlan steðg frá jólarokinum við eini rættiliga forkunnugari konsert.

Seinast í novembur fer heimskendi sangari, Paul Potts, til Føroya at hava konsert.

Hann kom dettandi inn á tónleikapallin í 2007, tá ið hann vann ensku tónleikakappingina, Britain´s Got Talent. 

Tað varð skjótt, at hann gjørdust heimskendur við síni máttmiklu rødd og hann hevur ferðast kring allan heimin.

Tað stóð ikki skriva við vøggu hansara, at hann skuldi verða heimskendur sangari. R.D Group, sum skipar fyri konsertini í Føroyum, sigur, at øll barnaárini, og ungdómsárini, varð hann ila happaður. Hann leitaði sær ugga í kirkjuni, har hann bleiv partur av kirkjukórinum. 

Men 16 ára gamal varð hann áhugaður í opera og í 2007 var hann við í í Britain’s Got Talent og tá byrjaði ferðin í móti toppinum.

Síðani hevur hann givið fløguna, One Chance, út og tað var eitt rættiligt gjøgnumbrot, tí hon var ovast á tónleikalistunum í 13 londum.

­­– Søga hansara er so hugtakandi, at ein filmur við heitinum, One Change er gjørdur um hann, siga fyriskipararnir. 

Paul Potts hevur síðani havt yvir 1.000 konsertir í 45 londum, hann hevur givið seks fløgur út afturat, har hann syngur alt frá kendum popp løgum, til løg, hann hevur skrivð sjálvur.

Konsertin í Føroyum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 28. Novembur.