Henning Kjeldsen fríkendur

Vestari landsrættur hevur nú fríkent danska stórreiðaran í málinum um svik við kvotum

Skermmynd: Tv2Midtvest
Steinar Patursson
21. november 2022 kl. 14:57

Vestari landsrættur hevur nú fríkent danska reiðaran, Henning Kjeldsen, í málinum um svik við kvotum.

Henning Kjeldsen, sum er ríkasti reiðari í Danmark, fekk í býrættinum í Holstebro 17. desember í fjør risabót á 54 milliónir krónur fyri at hava svikað við kvotum. Harumframt varð eisini lagt hald á 64 milliónir krónur, sum lógu í einum av feløgum hansara.

Kjeldsen varð dømdur fyri at hava brotið reglurnar um fiskikvotur í árunum frá 2013 til 2019, millum annað við at hava brotið reglurnar fyri loft á fiskikvotum umvegis strámannavirksemi.

Men landsrætturin er komin til ta niðurstøðu, at heimild er ikki í lóggávuni til at revsa Kjeldsen, sum tí er fríkendur.

Tilsamans 10 fólk vórðu partur av málinum, sum verður roknað at verða størsta revsimál í søguni hjá donskum vinnufiskiskapi.