Henrik Old fer at stríðast ímóti uppskoti hjá samgonguni

Samgongan ætlar at gera rúsdrekkalógina linari, men Henrik Old skilur ikki, hví landsstýrismaðurin rennur ørindi fyri eini trý fólk

Áki Bertholdsen
5. september 2023 kl. 14:24

Hetta er eitt uppskot, eg fari at stríðast ímóti. Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at bryggjarí skulu skeppa at selja sína egnu framleiðslu á sjálvum bryggjarínum.

Sum er kunnu tey selja øl upp til 5,8 prosent, men nú skulu tey eisini sleppa at selja sterkt øl og rúsdrekka.

Tey siga, at hetta er eitt lið í at fremja ferðavinnuna, tí nú kunnu tey skipa fyri rundvísingum, og selja teimum burtur av framleiðsluna aftan á.

Men tað tekur Henrik old, als ikki undir við. 

– Eg taki ikki undir við nøkrum, sum fer, at økja nýtsluna av rúsdrekka eina dropa, sigur hann.

Hann er sannførdur um, at tað er einki ferðafólk, sum fer at koma hendavegin, bara tí at tey kunnu leypa rúsdrekka á einum bryggjaríi.

Annars hevur Rúsan hundrað tals sløg av víni, øli og rúsdrekka og tað hevur matstovuvinnan ongar trupulleikar av. Hann sigur, at tað eru trý bryggjarí, sum fáa ágóðan av hesum og hann skilur ikki, at landsstýrismaðurin rennur ørindi fyri trý fólk.

Hann kennur heldur ongan annað, sum hevur trupulleikar av støðuni, sum er nú og hann heldur, at hetta mann vera einasta stjórn í verðini, sum vil hava fólkið at drekak meir,

Henrik Old ivast ikki í, at endmálið er at fáa fólk at drekka meiri – men hesa ferð er tað útlendsk ferðafólk, sum skulu fáa skyldina.