Her er ársins lið í Premier League

Premier League hevur kunngjørt teir 11 leikararnir, sum eru á ársins liði

Ragnar Sjúrðarson
6. mai 2023 kl. 14:15

Premier League kappingarárið nærkast endanum og tað merkir, at ein røð av kjósingum skulu gerast.

Í gjárkvøldið avdúkaði Premier League, hvørjir 11 leikarar eru á ársins liði. 

Ikki óvæntað er liðið merkt av leikarum frá Arsenal Og Manchester City, sum í hesum kappingarárinum hava verið eina tonn betri enn hini liðini.

Arsenal er umboðað við fýra leikarum, teir eru Aaron Ramsdale, William Saliba, Oleksandr Zinchenko og Martin Ødegaard, meðan Manchester City hevur Ruben Dias, Kevin De Bruyne og Erling Haaland á liðnum.

Hjá Manchester United eru bæði Casemiro og Marcus Rashford valdir, meðan Kieran Trippier frá Newcastle og Liverpool stjørnan Mohamed Salah hava tikið tey seinastu tvey plássini á liðnum.