Her er bíðitíðin á sjúkrahúsunum næstan tveir mánaðir

Men bráðneyðugar kanningar verða altíð gjørdar eisini tá ið talan er um krabbamein

Áki Bertholdsen
25. mars 2024 kl. 17:05

Hesi seinastu árini er talið á sjúklingum, sum verða skannaðir á sjúkrahúsunum í Føroyum, nógv vaksið.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, um hesi viðurskifti.

Hon sigur, at talið á CT-skanningum og MR-skanningum er vaksið sera nógv hesi seinastu árini. Talan eru um tvey sløg av skanningum, sum verða brúkt til ymisk endamál.

Ct skannari er á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi. MR skannari er á Landssjúkrahúsinum, og nú verður ein ógvuliga framkomin MR skannari eisini settur upp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Landsstýriskvinnan sigur, at nú á døgum verða skannararnir brúktur nógv meiri enn fyri nøkrum fáum árum síðani. 

Sum dømi kann nevnast, at í 2015 var talið á CT-skanningum 7.536, men í fjør vórðu 12.947 skanningar gjørdar.

Í sama tíðarskeiði er talið á MR-skanningum meira enn trífaldað, tað er nevnliga vaksið frá 1.071 skanningum í 2015 til 3.623 skanningar í fjør. 

Vanliga bíðitíðin at sleppa til MR-skanning, er 55 dagar og til CT skanning er bíðitíðin 50 dagar. Men kortini verða allar bráðneyðugar skanningar gjørdar beinanvegin.

Annars eru skannararnir á Landssjúkrahúsinum, og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, í brúki hvønn dag, fullan arbeiðsdag. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð verða bráðneyðugar skanningar gjørdar.

Hjá sjúklingum við krabbameini er at kalla eingin bíðitíð, ella í hvussu so er bara nakrar fáar dagar.

Landsstýriskvinnan sigur, at alt røntgenøkið í Føroyum er samskipað ímillum tey trý sjúkrahúsini, bæði hvat viðvíkur ávísingar til skanningar, ultraljóðs-kanning og vanligar røntgenkanningar. Og somuleiðis eru læknafakligu lýsingarnar av kanningunum samskipaðar. 

Tí verður nýggi MR-3T skannarin, sum verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eisini ein partur av hesi samskipan. Sostatt verða kanningar, sum ikki eru bráðneyðugar, vístar til MR-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi á jøvnum føti við MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum. 

Samstundis merkir hetta, at sum heild fara fleiri MR-skanningar at verða í Føroyum frameftir, og væntandi fer tað at fáa ávirkan á bíðitíðina so at hon verður styttri.

Harumframt verður ein nýggjur CT-skannari tikin í nýtslu á Landssjúkrahúsinum nú í vár. Hetta hevur við sær, at kapasiteturin verður, øktur samstundis sum sjúkrahúsið hevur ein skannara at taka til tá ið tann nýggi skannarin er óvirkin, vegna brek ella eftirlit. 

Landsstýriskvinnan sigur, at tað serliga við nýggja MR-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er, at nú kunnu skanningar gerast, sum ikki kunnu gerast í Føroyum nú.

Tað vil siga, at tað fer at bera til at greina sjúkur í Føroyum, har sjúkrahúsverkið annars hevur sent sjúklingar til Danmarkar. Eitt dømi eru ílegukanningar í sambandi við bróstkrabba og eitt annað dømi eru kanningar í sambandi við prostatakrabba, har sjúklingarnir nú, í báðum førum, verða sendir til Danmarkar. 

Í sambandi við bróstkrabba er talan um ílegur, sum vísa seg at vera rættiliga vanliga í Føroyum. Tað eru mest kvinnur við hesum ílegum, sum eru í stórum vanda fyri at fáa bróstkrabba, sigur landsstýriskvinnan.