Her er Føroya fyrsta grindaforkvinna

Nú er grind ikki longur ein mannfólkaverð burturav

Tina Kajsdóttir á aðalfundi í Grindamannafelagnum leygardagin og har var hon einasta kvinna ímillum grindamenn
Áki Bertholdsen
22. apríl 2024 kl. 19:43

At fáast við grind hevur altíð verið ein mannfólkaverð burturav, tí tað hava bara verið menn, sum eru farnir í grind. Tað eru menn, sum reka grind, tað eru menn, sum drepa grind, tað eru menn, sum skera upp, og tað eru menn, sum frysta, salta og hongja upp.

Tað eru eisini menn, sum eru grindaformenn, og alt, sum er skrivað og sagt í samband við grind, er eisini gjøgnumsúrgað av, at hetta er ein mannfólkaverð, tí tosað verður bara um grindamenn. 

Og grindamenn stovnaðu eisini eitt felag, sum sjálvandi eitur Grindamannafelagið.

Men soleiðis er tað ikki longur.

Tá ið tey í Miðvági og Sandavági manglaðu ein grindaformann, skutu teir upp at fáa eina kvinnu til »grindaformann«. Og teir høvdu eisini eina ávísa kvinnu í tonkunum, og tað er Tina Kajsdóttir í Miðvági.

Sostatt hava vit nú fingið okkara fyrstu grindaforkvinnu í Føroyum.

Tina Kajsdóttir sigur, at hjá henni er tað einki ónátúrligt at vera í grind. Tá ið hon var smágenta var hon í grind við teimum vaksnu. Men so vóru foreldur hennara í eini álvarsligari ferðsluvanlukku í 1987 og fingu stóran skaða. Tá var Tina 12 ár og tá mátti hon so eisini taka eitt tak fyri at fáa mat á borðið, sigur hon.

Hon sigur, at hon hevur gingið nógv í grind, so fyri hana er tað púra natúrligt at vera við, tá ið grind verður hildin til. 

– So tá ið eg varð skotin upp at vera grindaforkvinna, takkaði eg fyri álitið, og so var tað avgreitt, sigur hon.

Síðani hon varð grindaforkvinna, hevur eingin grind verið hildin til. Tvær grindir hava verið, men tær hava verið merktar, tí tey hava havt nokk av grind.

Annars hevur hon grindaskeið og hon skarð eisini á háls ta tíðina, vit brúktu knív. Men nýggja mønustingaran hevur hon ikki havt høvu at royna enn.

Annars er hon fyristøðufólk á umhvørvisplássinum hjá Vága Kommunu og tað er har, hon hevur sítt dagliga yrki.